Rúsan ger innrás í Miðlon

Rúsdrekkasøla Landsins flytur í dag inn í nýggj høli í Miðlon. Men tað eru ikki smáar ætlanir Rúsan hevur í Miðlon. Nógv umbygging skal gerast og at enda stendur Rúsan í stórum snotiligum hølum

Flyting

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Einkarsølan í Føroyum flytur nú inn í nýggj høli í Miðlon. Fyribils er leiguavtala gjørd fyri seks mánaðir, men hvat hendir eftir tað er enn ilt at gita um.

Avgerðin um at flyta einkarsøluna úr húsunum á Smyrilsvegi og yvir í hølini hjá Miðlon á Hoyvíksvegi kom eftir at HMP Consult í samstarvi við Dansk Bygnings Analyse staðfesti, at soppavøkstur var til staðar í bygninginum. Síðan hevur Dansk Bygningsanalyse, eftir áheitan frá leiðsluni í Rúsdrekkasøluni, gjørt tvær nýggjar kanningar.

Tann fyrra staðfesti, at talan var um víðfevndan soppavøkstur, og í seinastu kanningini, ið varð latin síðst í farnu viku var staðfest, at bygningurin ikki var egnaður sum arbeiðspláss í verandi líki. Føroyska Arbeiðseftirlitið hevur alla tíðina verið kunnað um úrslitið av kanningunum, og í seinastu kanningarniðurstøðuni heitti Dansk Bygningsnalyse á føroyska Arbeiðseftirlitið um at steðga virkseminum í bygninginum til viðurskiftini eru nærri kannað.

Tí var Rúsdrekkasøla Landsins stongd týsdagin, og arbeiðið at leita eftir nýggjum hølum fór í gongd. Hetta arbeiðið kom skjótt á mál, og longu í dag er Rúsan flutt inn í nýggju hølini.


Stórt rúm

Hóast Rúsan flytur inn í nýggju hølini í dag, verður tað við avmarkaðum vøruúrvali og plássi fyrstu dagarnar. Talan er um innastu hølini í niðaru hædd.

Tó longu í næstu viku verður ætlandi eisini latið upp í hølunum við síðuna av, har BabySam í løtuni heldur til. Um góðar tríggjar vikur verður fløskumóttøkan eisini sett upp í hølunum har Kvik køkar helt til.

Í alt fær Rúsan størri og snotiligari høli enn áðrenn, umframt at parkeringsviðurskiftini kring Miðlon mugu sigast vera munandi betri enn á Smyrilsvegi.


Fyribils bara fyribils

Stjórin í Rúsdrekkasølu Landsins, Elsa Maria Holm Olsen, greiðir tó frá, at tað enn er alt ov tíðliga at tosa um hvørt hetta verður ein varandi loysn.

- So langt eru vit als ikki komin enn. Tað liggja eisini tekningar klárar fyri eini ætlaðari útbygging í hølunum á Smyrilsvegi, sum vit tó ikki eru komin til, greiðir hon frá.

Sostatt er talan fyribils bara um eina fyribilsloysn, meðan húsini á Smyrilsvegi verða umvæld og soppavøksturin verður fingin út.