- Tað kemur als ikki upp á tal at taka kunngerðina aftur, sum loyvir Rúsdrekkasøluni at hava opið leygardag, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.
Tað var í morgun, at Alfred Olsen, formaður Sambandsfloksins á tingi, boðaði frá, at hann og tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum als ikki tekur undir við Johan Dahl, sum við kunngerð hevur givið Rúsdrekkasølu Landsins loyvi at hava opið leygardag.
Alfred Olsen segði, at hann vil hava landsstýrismannin at broyta kunngerðina.
Men tað kemur als ikki upp á tal.
- Eg ætli mær ikki at nýta meira orku upp á hetta málið, segði Johan Dahl við Rás2 í kvøld, tá hann púra greitt vísti aftur, at hann fer at lata seg ávirka av formanni Sambandsfloksins á tingi.