Rósa verður borgarstjóri

Við sjey atkvøðum móti fýra koppaði Rósa Samuelsen í dag Albert Ellefsen í dystinum um at gerast borgarstjóri í Vága Kommunu.

Tað skrivar Vágaportalurin, nú nývalda býráðið fyri Vága Komunu hevur havt sín fyrsta fund.

Rósa Samuelsen hevur áður verið borgarstjóri í Sandavági, men tá hon gjørdist landsstýriskvinna fyri Sambandsflokkin slepti hon fyri eina tíð kommunalpolitikkinum.

Hóast verandi borgarstjórin, Albert Ellefsen, fekk flest atkvøður á valinum týskvøldið, so var tað listin hjá Rósu Samuelsen, ið fekk flestu atkvøðurnar. Tí var tað Rósa - ið var fyrstvald á listanum - sum kallaði nývalda býráðið saman.

Rósa Samuelsen er í løtuni løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin. Við Vágaportalin sigur hon, at hon fyribils fer at røkja bæði løgtings- og borgarstjórasessin.