Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, var óvanliga ill og hvassorðað, tá hon átalaði Hans Paula Strøm í løgtinginum í dag. Hetta var, tá løgtingið viðgjørdi uppskotið hjá henni um uppihaldspening.
Uppskotið ber í sær, at hereftir verður stuðul ikki latin fyri uppihaldspening til fyrsta barnið.
Tað merkir, at tey, sum betala uppihaldspening, missa slakar 5000 krónur um árið.
Hans Pauli Strøm, tingmaður Javnaðarfloksins, var ikki fegin um uppskotið, og hann staðfesti, at tað hevur ikki verið til hoyringar í samgonguni, og at tað er heldur ikki viðgjørt í samgonguni.
Hann segði, at Javnaðarflokkurin tann 21. september hevði fingið uppskotið sendandi saman við øðrum lógarupskotum í sambandi við fíggjarlógina, men boðaði frá, at flokkurin vildi hava nakað at vita um avleiðingar. Men hann hoyrdi ongantíð nakað aftur.
Men hesum afturvísti Rósa Samuelsen bæði kontant og harðliga.
- Hans Pauli Strøm skal ikki, siga, at nøkur avtala er brotin, tí tað afturvísi eg harðliga, segði Rósa Samuelsen.
- Eg eri ikki tann, sum blaki aftur í gronina á fólki, sum hon málbar seg.
- Men tað geri eg nú, tí eg finni meg ikki í at vera løgd undir at ósannindi ferð eftir ferð.
Rósa Samuelsen segði í hesum sambandi, at málið er viðgjørt í landsstýrinum.
- Hetta er ein beinleiðis partur av fíggjarlógini fyri næsta ár og er viðgjørt í sambandi við fíggjarætlanina. Játtanin á fíggjarlógini til stuðul til uppihaldspening, er eisini minkað tilsvarandi.
Landsstýriskvinnan staðfesti eisini, at málið er viðgjørt í fíggjarmálaráðnum saman við umboðum úr Javnaðarflokkinum og tað vóru ikki bara landsstýrisfólkini.









