Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, hevur hildið øll jólini heima í Sandavági. Hon sigur, at tey hava verið so heppin, at øll trý børnini, svigarbørn og trý ommubørn hava verið heima á jólum.
Annars búgva tvey av børnunum og svigarbørnunum og ein ommudóttir hjá henni í Danmark.
- Jólaaftan ótu vit frokost á middegi, nýbakaðan drýl og føroyskan viðskera. Um kvøldið ótu vit føroyska gás og dunnu og rísalamang. 1. jóladag høvdu vit lambskjøt og fleskasteik við rabarbuísi omaná - og 2. jóladag bakaðan laks.
Spurd, um ringa veðrið hevur ávirkað jólini hjá teimum, sigur hon, at tað er ikki frítt. Tað hevur ikki verið møguligt at farið út at vitjað familjuna - ella hjá familjuni at vitja í Sandavági, og serliga var tað familjan í Havn, sum settist aftur.
Nakrir stormskaðar hava verið í Vágum, so sløkkiliðsmenn og bjargingarmenn hava havt nakað av arbeiði um jólini.
- Jólaaftansmorgun kom fráboðan úr Sandavági um, at nøkur húski nærum einki vatn høvdu. Tað vísti seg at vera brot á vatnleiðingini. Tíbetur eydnaðist at finna lekan og fáa gjørt hann aftur, so øll høvdu vatn seinnapartin aftur jólaaftan.
Rósa Samuelsen sigur, at í Vágum eru tey so heppin at hava góð sløkkiliðs-, bjargingar- og arbeiðsfólk, sum hava uppiborið eina stóra tøkk. Tað verður hugsað um ringa veðrið, og vóna verður altíð, at eingin skaði hendir.
Hon ynskir eisini at takka fyri tey seinastu fýra árini sum borgarstjóri í Vága kommunu.
- Hetta hava verið nøkur góð og hendingarrík ár. Somuleiðis vil ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott og av Harranum vælsignað nýggjár, sigur Rósa Samuelsen, sum fer úr borgarstjórasessinum 1. januar 2017.