Rósa snarar fokus

Rósa Samuelsen leggur ábyrgdina fyri sparingum frá sær yvir á herðarnar hjá starvsfólkunum, samstundis sum hon rør uppundir, at Javni undirmetir teirra førleikar

”Vit hava dugnalig og samvitskufull starvsfólk í serforsorgini, sum hvønn dag kýta seg fyri at geva teimum, tey eru um, ein innihaldsríkan gerandisdag. Starvsfólkini hava áður víst, at tey kunnu tillaga seg og leggja til rættis arbeiðið útfrá nýggjum fortreytum, og eg ivist ikki í, at hetta eisini eydnast hesaferð.” sigur Rósa Samuelsen í síni grein ”ongin verður doyvdur” í bløðunum mikudagin.
Vit kunnu illa tulka úttalilsi ørðvísi enn, at nú eiga starvsfólkini sparibóltin. ”Gerið so væl nú orðna tit restina”. Samstundis er undirtónin, at Javni ikki setir prís á teirra førleikar. Okkara úttalilsi í fjølmiðlunum sipaði til sparingar, ikki til starvsfólkaførleikar. Rósu nýtist ikki at fortelja okkum, at vit eiga dugnalig og samvitskufull starvsfólk. Og ongin veit betri enn vit, at vit í føroysku serforsorgini eiga hópin av ómetaliga dugnaligum starvsfólki. Ofta kunnu vit undrast yvir, at tey orka at blíva við undir teimum kørmum, tey hava at virka undir.

Yvirmedisinering
Úr samlaða úttalilsinum um møguligar avleiðingar av ætlaðu sparingunum reagerar landsstýriskvinnan bara uppá úttalilsi um yvirmedisinering. Javni skilur væl, at landsstýriskvinnan reagerar, tí yvirmedisinering er sera kritisabul.

Men, Rósa, vit sakna, at tú reagerar uppá hinar problematikkirnar, sum vórðu nevndir. Ikki eitt orð um, at fólkini ikki sleppa út, sleppa til ítrótt o.s.v., tí ongin er at fara við teimum. Hugsið tykkum, hvussu vit sjálvi høvdu reagerað, um vit ikki sluppu at brúka okkum sjálvi? Um ikki stundir vóru til at tosa, so vit skiltu? Um vit ikki sluppu at vera virkin og føla okkum virðismikil?

Tað fyrsta, sum hevði hent var, at vit gjørdust ónøgd og grenjut. Hetta hevði viðført niðursetta immunverju, sum so, saman við væntandi rørslu, við tíðini hevði ført til fysiska sjúku. Tað er onki ørðvísi hjá fólki við menningartarni. Og hjá teimum, har evnini at samskifta í orðum tíðum eru avmarkað, er aggressión ofta fyrsti og einasti máti tey kunnu vísa sína ónøgd uppá. Í tílíkum støðum, har tað kanska enntá eru fleiri, sum vísa sína ónøgd ísenn, kann heilivágur vera einasta loysn í einum hart kroystum starvsfólkahópi. Eisini hjá dugnaligastu starvsfólkunum. Og tað kann ongin liva við. Hvørki borgari, avvarðandi ella starvsfólk. Vit í Javna er fullgreið yvir, at tað er læknin, sum fyriskrivar heilivág. Men tað eru starvsfólkini, sum standa við trupulleikanum, sum lýsa vónleysu støðuna yvirfyri læknanum. Og tað eru eisini tey, sum umsita fyriskrivaða heilivágin.

Sparingarnar
Í tinginum mikudagin lýsti landsstýriskvinnan í grovum trekkum, hvørjar rationaliseringar skulu gerast innan økið. Rationaliseringar hava tað við at fara yvir gevind, soleiðis at høvuðsorkan fer til sjálva broytingina. Tað blívur ein sportur at umskipa og broyta. Hetta kostar eisini pengar. Javni hevur varhugan av, at umframt øll leiðaraløgini sum eru løgst til seinastu árini, so eru tað hesar afturvendandi broytingarnar, sum eta stóran part av játtanini upp.
Men góða Rósa minst til, at tað eru livandi menniskju, vit hava við at gera.
Tað er okkara vón, at landsstýriskvinnan fer at gera alt til tess, at tær sparingar, ið skulu fremjast, ikki verða tær, ið eru tættast at borgaranum.