Rósa Samuelsen skal leggjast á ís

SPARINGAR - Vil landsstýriskvinnan í almannamálum ikki sleppa ætlanini at niðurleggja átta búpláss á Suðuroyar ellis og røktarheimi, ætlar Javnaðarflokkurin at blokera fyri øllum sparitiltøkum á almannaøkinum

Tað er blivið rættiliga ísakalt ímillum samgongufelagarnar Rósu Samuelsen, lands­stýriskvinnu í almanna­málum og Hans Paula Strøm, talsmann hjá Javnaðar­flokk­inum í almanna- og heilsu­málum.
Og vil landsstýriskvinnan ikki bakka, hóttir Hans Pauli við, at so fer Javnaðar­flokk­urin at leggja hana á ís.
Tað er ætlanin hjá Rósu Samuelsen at niðurleggja átta búpláss á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi sum hev­ur fingið eina kuldabrúgv at leggja seg ímillum landsstýris­kvinnuna og Javnaðarflokkin.
Javnaðarflokkurin vil ikki vita av hesi ætlan og hevur kravt, at Rósa Samuelsen tek­ur hana aftur.
Men tað hevur hon ikki viljað og so seint sum mána­dagin var Nærverkið á fundi við Suðuroyar Ellis og røktarheim um at seta ætl­anina í verk.

Leggjast á ís
Rósa Samuelsen hevur ført fram, at tá ið fíggjarkarmurin fyri næsta ár varð samtyktur, gjørdist tað greitt, at al­manna­verkið skal spara 18 milliónir.
Tað hevur Javnaðarflokk­urin onki ímóti og Hans Pauli Strøm segði við Rás2 í gjár, at flokkurin er sinn­aður at samstarva við lands­stýris­kvinnuna um eina loysn.
Men flokkurin vil, at papp­írið skal vera blankt, tá ið hesar tingingarnar verða tikn­ar upp við Rósu Samuelsen.
Tað, sum flokkurin krevur, er, at allar sparingarnar verða viðgjørdar undir einum og at ein loysn verður funnin, sum ber í sær, at ongi búpláss á ellis og røktarheimum verða niðurløgd.
Men Hans Pauli Strøm segði eisini við Rás2, at enn hevur tað ikki eydnast at fáa landsstýriskvinnuna á tal í hesum máli.
Hinvegin ger hann eisini greitt, at ber tað ikki til at fáa eitt samstarv ílag við lands­stýriskvinnuna um hetta málið, fer tað samstundis at bera illa til at samstarva um aðrar sparingar.
– Formliga kunnu vit ikki blokera fyri ætlanini hjá Rósu Samuelsen, tí hetta er ein fyri­sitingarlig avgerð, sum hon hevur heimild at taka einsa­møll, uttan at spyrja nakran eftir.
– Men politiskt kunnu vit treyta okkum, at eitt sam­starv um hetta málið er ein neyðug fortreyt fyri at sam­starva um øll møg­ulig onnur mál, sum almannamálið skal hava ígjøgnum, sigur hann.
Hann leggur afturat, at ber tað ikki til hjá sam­gong­uni at samstarva um hetta málið, ber eisini illa til at samarbeiða um nakað sum helst.
– Tí haldi eg, at tað liggur í kortunum, at vit noyðast at finna eina loysn, sum vit kunnu semjast um, leggur hann afturat.