Tað er blivið rættiliga ísakalt ímillum samgongufelagarnar Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum og Hans Paula Strøm, talsmann hjá Javnaðarflokkinum í almanna- og heilsumálum.
Og vil landsstýriskvinnan ikki bakka, hóttir Hans Pauli við, at so fer Javnaðarflokkurin at leggja hana á ís.
Tað er ætlanin hjá Rósu Samuelsen at niðurleggja átta búpláss á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi sum hevur fingið eina kuldabrúgv at leggja seg ímillum landsstýriskvinnuna og Javnaðarflokkin.
Javnaðarflokkurin vil ikki vita av hesi ætlan og hevur kravt, at Rósa Samuelsen tekur hana aftur.
Men tað hevur hon ikki viljað og so seint sum mánadagin var Nærverkið á fundi við Suðuroyar Ellis og røktarheim um at seta ætlanina í verk.
Leggjast á ís
Rósa Samuelsen hevur ført fram, at tá ið fíggjarkarmurin fyri næsta ár varð samtyktur, gjørdist tað greitt, at almannaverkið skal spara 18 milliónir.
Tað hevur Javnaðarflokkurin onki ímóti og Hans Pauli Strøm segði við Rás2 í gjár, at flokkurin er sinnaður at samstarva við landsstýriskvinnuna um eina loysn.
Men flokkurin vil, at pappírið skal vera blankt, tá ið hesar tingingarnar verða tiknar upp við Rósu Samuelsen.
Tað, sum flokkurin krevur, er, at allar sparingarnar verða viðgjørdar undir einum og at ein loysn verður funnin, sum ber í sær, at ongi búpláss á ellis og røktarheimum verða niðurløgd.
Men Hans Pauli Strøm segði eisini við Rás2, at enn hevur tað ikki eydnast at fáa landsstýriskvinnuna á tal í hesum máli.
Hinvegin ger hann eisini greitt, at ber tað ikki til at fáa eitt samstarv ílag við landsstýriskvinnuna um hetta málið, fer tað samstundis at bera illa til at samstarva um aðrar sparingar.
- Formliga kunnu vit ikki blokera fyri ætlanini hjá Rósu Samuelsen, tí hetta er ein fyrisitingarlig avgerð, sum hon hevur heimild at taka einsamøll, uttan at spyrja nakran eftir.
- Men politiskt kunnu vit treyta okkum, at eitt samstarv um hetta málið er ein neyðug fortreyt fyri at samstarva um øll møgulig onnur mál, sum almannamálið skal hava ígjøgnum, sigur hann.
Hann leggur afturat, at ber tað ikki til hjá samgonguni at samstarva um hetta málið, ber eisini illa til at samarbeiða um nakað sum helst.
- Tí haldi eg, at tað liggur í kortunum, at vit noyðast at finna eina loysn, sum vit kunnu semjast um, leggur hann afturat.










