Rósa Samuelsen í kvinnupolitisku nevndina

Sambandsflokkurin hevur valt Rósu Samuelsen í nevndina fyri øktum kvinnuleikluti í politikki.

Berið Petersen, sum Sambandsflokkurin fyrri í ár valdi í nevndina fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, hevur boðað frá, at hon vegna økta arbeiðsbyrðu, ynskir at verða loyst úr hesum sessi.
 
Sambandsflokkurin hevur tí valt nýtt umboð í nevndina. Nýggja umboðið er Rósa Samuelsen úr Sandavági. Rósa er borgarstjóri í Sandavágs kommunu, og hon hevur eisini í eitt stutt tíðarskeið í vár havt sæti á tingi fyri Sambandsflokkin.