Bæði Kommunusamskipan Føroya og Kommunufelag Føroya átala harðliga, at ætlanin nú er at hækka leiguna hjá teimum, sum búgva á sambýlum. Bæði feløgini melda seg sostatt upp í kórið sum hvassliga finst at umstrídda uppskotinum hjá Rósu Samuelsen um at hækka leiguna.
Bæði felgini vísa á, at tað eru kommunurnar, sum hava bygt sambýlini og sum reka tey. Tað einasta, landið betalir, eru lønir til starvsfólkið um dagin ímeðan kommunurnar rinda fyri náttarvaktirnar.
Samstundis føra kommunufeløgini fram, at sum er, svarar húsaleigan verri enn so til veruligu útreiðslurnar.
Higartil hevur búfólkið á sambýlum goldið leigu til kommunurnar. Men nú ætlar landið, at øll hækkingin upp á 2000 krónur skal fella í landskassan.
Sostatt er tað grundleggjandi prinsippbrot, at øll hækkingin skal fella í landskassan.
Kommunufelagið krevur, at landsstýriskvinnan tekur uppskotið aftur og kommunusamskipanin krevur, at verður leigan hækka, skal inntøkan av hækkingini býtast ímillum landið og kommunurnar