Kvinnubólkurin í Vágum hevur valt Rósu Samuelsen til ársins kvinnu 2009. Einar 80 kvinnur vóru samankomnar at hátíðarhalda 8. mars-dagin í Miðvági Rósa varð heiðrað á samkomu í Miðvági í dag, har Inga P. Dam helt røðu og ein trio við Dortheu, Jensiu og Óluvu sang.
Kvinnubólkurin valdi Rósu til ársins kvinnu, tí hon er ein undangongukvinna og ein góð fyrimynd. Hon er gløgg og dugnalig, dugir væl at lurta, skapar úrslit, er sín egin, altíð væl fyrireikað, er sera fyrikomandi og hjálpsom og brennir veruliga fyri tí hon ger. Vit eru sera ernar av henni, sigur Kvinnubólkurin í Vágum í tíðindaskrivi.