Rósa Samuelsen er ógvuliga hørm

Landsstýriskvinnan, Rósa Samuelsen, sigur seg vera ógvuliga harma um nógv av tí, sum sagt varð í gjár um ætlaninar at leggja Rókina og Slóðina saman í ein samanlagdan stovn í Mjørkadali

Stovnar

- Eg fari beint nú á fund um Slóðina og Rókina, segði Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, tá vit høvdu hana í telefonini í morgun.
Hon var fryntlig, men hevði ringa tíð, tá vit hittu hana eitt pinkalítið bil.
Meðan hon var á veg á fund, segði hon seg tó harmast um nógv av tí, sum sagt varð á løgtingi í gjár og um ymiskar útsagnir, sum vóru í fjølmiðlunum í gjár um Slóðina og Rókina, har børn og ungdómar húsast.
- Tit eru vælkomin at ringja eftir fundin ella at meyla til mín og seta mær spurningar.

Tey sárbarastu
Rósa virkaði eitt sindur upprivin og ikki sørt særd hesa løtu.
- Vit skulu minnast til, at hetta eru tey sárbarastu børn og ungdómar, vit eiga. Mong av hesum hava ongan góðan, og vit skuldu fyri fleiri árum síðan havt tikið okkum betri av hesum fólkum, enn vit hava gjørt.
Rósa Samuelsen sigur tó ikki, at børn og ungdómur, sum eru og hava verið á hesum báðum stovnum, ikki hava havt tað gott og hava fingið tann kærleika, stuðul og hjálp frá teimum starvsfólkum, sum hava verið um tey.
- Men vit skuldu yvir eitt nógv longri áramál havt tikið okkum av nógv fleiri fólkum, ið hava havt ymiskar trupulleikar at drigist við – bæði børnum og ungdómum, legði hon aftrat.

Eru ikki býtt
Landsstýriskvinnan vísir á, at umtalaðu børn og ung, sum hava verið og eru á hesum stovnum, hvørki eru menningartarnað, ei heldur býtt.
- Samfelagið eigur hesi fólk, sum eru tey mest sárbaru børn og ungdómur okkara, sigur Rósa Samuelsen, sum á veg á fund í morgun ikki hevði stórvegis stundir og hug at gera viðmerkingar til málið um hesar báðar stovnarnar, Rókina og Slóðina, nú tíðin kortini var so knøpp.
Men, legði landsstýriskvinnan aftrat, at Sosialurin kann altíð venda sær til hennara – eftir fundin ella í telduposti.
Vit taka landsstýriskvinnuna upp á orðið og fara at venda okkum aftur til hennara.