Rósa Samuelsen: Bústaðarpakkin er áveg

Fólk eru farin at ótolnast eftir ambitiøsu bústaðarpolitisku ætlanini hjá samgonguni, og ivi hevur verið sáddur um bústaðarmál eiga nakran góðan í politisku skipanini. Men Rósa Samuelsen, landstýriskvinna í almannamálum sigur í dag, at bústaðarpolitisku ætlaninar enn hevur sera høgar raðfestingar hjá landstýriskvinnuni og í samgonguni.

Hon sigur, at pakkin er samansettur av íalt seks lógum og lógarbroytingum, harav tvær eru samtyktar, aðrar tvær liggja í Tinginum í løtuni, og tvær eru ávegis.

Onnur av teimum er nýggja leigulógin, ið hevur sum mál at fáa skipað leigumarknaðin við greiðum rættnigum til leigara og útleigara, er til hoyringar í løtuni og verður ætlandi borin í Løgtingið fyri jól, sigur Rósa Samuelsen, landstýrskvinna í almannamálum.

Síðsti luturin í bústaðarpolitisku ætlanini hjá samgonguni er lógin um lutaíbúðir.