Til umrøðu vóru tær stóru avbjóðingar, sum norðurlendsku vælferðarsamfeløgini standa fyri nú fíggjarkreppa hasar kring heimin Rósa á norðurlendskum ráðharrafundi
Nú um dagarnar hevur landsstýriskvinnan í almannamálum verið í Íslandi á norðurlendskum ráðharrafundi. Til umrøðu vóru tær stóru avbjóðingar, sum norðurlendsku vælferðarsamfeløgini standa fyri nú fíggjarkreppa hasar kring heimin.
Árligi fundurin millum norðurlendsku ráðharrarnar í almanna- og heilsumálum hevur nú verið í Íslandi. Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, luttók í áhugaverdum kjaki um tær avbjóðingar, sum norðurlendsku vælferðarsamfeløgini standa yvirfyri í sambandi við alheimsgerð, fíggjarkreppu og økta arbeiðsloysið, sigur Almannammálaráðið í kunningarskrivi.
Í felags yvirlýsing sláa norðurlendsku ráðharrarnir fast, at neyðugt er at økja um samstarvið landanna millum fyri at lofta hesum avbjóðingum. Nýggi Norðurlendski Vælferðardepilin verður sentralur í økta samstarvinum. Depilin skal eitt nú klekja nýggjar hættir fyri at fáa arbeiðsleys og fólk, sum hava verið sjúkrameldað í longri tíðarskeið, út á arbeiðsmarknaðin aftur.
Hóast vit í Føroyum í nógv minni mun hava merkt sviðan av, at samfelagshjólini mæla seinni enn áður, og at arbeiðsloysið enn er sera lágt, kunnu vit fáa stórt gagn av granskingararbeiðinum hjá Vælferðardeplinum, sigur Rósa Samuelsen í tíðindaskrivi.
- Ikki minst í sambandi við, at Landsstýrið í heyst fer undir arbeiðið at gera føroyska arbeiðsmarknaðin enn rúmligari, soleiðis at fólk við skerdum førleika í so stóran mun sum gjørligt, kunnu gerast partur av vanliga arbeiðsmarknaðinum, leggur hon afturat.