Rósa nýggj forkvinna í starvsnevndini

Sambandsflokkurin hevur fingið nýggja starvsnevnd

Rósa Samuelsen, fyrrverandi landsstýris- og tingkvinnan, fyri Sambandsflokkin, er nýggj forkvinna í starvsnevndini hja Sambandsflokkinum.


Landsnevndin hevur valt try í umboð í starvsnevndina og eru tey Rósa Samuelsen, Ingi Mittún og Eyðbjartur S. Skaalum. Tá nevndin skipaði seg bleiv avgjørt, at fyrrverandi tingkvinnan skuldi verða forkvinna. Tað upplýsir flokkurin á heimasíðu síni.


Uppgávan hjá Starvsnevndini er at fyrireika, viðgera og samskipa mál til støðutakan í Landsnevndini, umframt at fyrireika størri mál og verkætlanir og tiltøk fyri Sambandsflokkin.