Rósa letur kassan upp

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, heitir nú á kommunurnar um at søkja um stuðul til røktarheim og sambýli Kommunur, sum ynskja at útvega fleiri búpláss til røktarkrevjandi, kunnu nú søkja um stuðul. Stuðulin er í mesta lagi 700.000 krónur fyri hvørt búpláss.

Løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli er nú lýst og harvið sett í gildi. Lógin gevur landsstýriskvinnuni heimild at veita stuðul á íalt 95 mió. kr. í tíðarskeiðinum 2009 -2011 til at útvega búpláss á ellis- og røktarheimum og eldrasambýlum. Veitast kunnu í mesta lagi 700.000 krónur pr. búfólk á ellis- og røktarheimum og 80.000 krónur pr. búfólk á eldrasambýlum, tó ongantíð meiri enn helvtina av útreiðslunum í sambandi við byggingina.

- Eg heiti inniliga á kommunurnar um at koma við umsóknum um stuðul, soleiðis at gongd kemur á arbeiðið ongantíð ov skjótt, sigur landsstýriskvinnan í tíðindaskrivi.