Nógvir danir halda, at stjórnin hevur táttað búskaparpolitikkin meiri, enn gott er, men tey størstu kreditmetingarfeløgini rósa stjórnini fyri at reka ein skilagóðan politikk á búskaparøkinum. Tað skrivar Politiken, sum hevur tosað við metingarfeløgini Standard & Poor's, Fitch og Moody's.
Maria Malas-Mroueh, sum er deildarstjóri hjá Fitch, sigur við blaðið, at tann danski búskapurin er fjølbroyttur, tær persónligu inntøkurnar eru stórar, og tann danska krónan er sterk.
Ivan Morozov, sum er greinari hjá Standard & Poor's, vísir á, at tann danski búskapurin hevur ta ovastu metingina, AAA, tí at hendan og undanfarnar stjórnir hava hildið seg til at reka ein skilagóðan búskaparpolitikk.
Hjá Moody's hava tey heft seg við royndina hjá stjórnini at útvega fleiri arbeiðspláss í framtíðini, skrivar Politiken.
Metingin hjá teimum stóru kreditmetingarfeløgunum hevur stóran týdning fyri Danmark, sigur búskaparprofessarin Torben M. Andersen, sum eisini er fyrrverandi yvirvísmaður. Hann sigur við Politiken, at Danmark er kent sum eitt av londunum, ið hava tamarhald á støðuni, og tí setir eingin spurnartekin við tann danska búskaparpolitikkin.
-Tað ger, at vit kunnu varðveita eina sera lága rentu og sleppa undan vantandi áliti og iva, sum onnur lond eru plágað av, sigur Torben M. Andersen.