Í hesi vikuni sendi Rás2 av Sandoynni. Rás2 fólkini vóru víða á oynni, og tosað var við lokalfólk um ferðamøguleikar og annað virksemi í oynni. Rás2 legði eisini leiðina framvið hjá einum tí kendasta sandoyinginum í landinum, útvarpsmanninum Elis Poulsen.
Elis var fyrikomandi og blíður, og kappingarneytarnir fingu eitt gott prát í góðveðrinum í Skopun.
Á myndini síggjast Elis Poulsen, Heri Simonsen, Sjúrður Joensen og Mirjam Pætursdóttir.