Rás2 verður eisini sjónvarp

Seinni í ár fer Rás2 eisini at senda sjónvarp. Tey, sum eiga Rás2, hava stovnað felagið Rás2 Net, og tað er tað felagið, sum fer at senda sjónvarp.

Nýggi stjórin í Rás2, Jan P. Jacobsen, sigur við Dimmalætting, at ætlanin er at fara at senda sjónvarp seint í summar ella í heyst.

Hann ivast ikki í, at tað fer at bera til at fíggja sjónvarpsfelagið við lýsingum, og hann heldur møguleikarnar hjá sjónvarpsfelagnum vera nógvar.