Rás2 varpar flogbóltsfinalurnar

Nú er greitt, at steypafinalurnar í flogbólti verða sendar beinleiðis á Rás2, tá hesar verða spældar leygardagin.
Rás2 og Flogbóltssambandið samdust í gjárkvøldið um, at sent verður beinleiðis, og verður tað Hilmar Jan Hansen, sum við vælkendu rødd síni enn einaferð fer at siga frá, hvussu tað gongur fyri seg, tá toppurin av føroyskum flogbólti dystast. Tað gjørdi Hilmar Jan Hansen eisini á Rás2, tá Oyggjaleikir vórðu hildnir á Álandi í summar.
- Ítrótturin er nakað, sum fyllir sín náttúrliga part á Rásini, og tí eru vit fegin um, at vit á henda hátt kunnu seta okkara merki á steypafinalurnar.
- Í hesum førinum er støðan so eisini tann, at Kringvarpið hevur valt, at tey ikki útvarpa dystin, og tí vildu vit fegin taka av hesum møguleikanum. Tí hóast tað avgjørt eru stuttligar avbjóðingar í ítróttinum, so gevur tað ikki meining fyri okkum, um vit skulu standa við síðuna av almenna kappingarneytanum og varpa út.
- Men í hesum førinum ber tað til hjá okkum at breiðka um útboðið í føroyskum útvarpi, og tað er avgjørt nakað, sum vit royna at virka fyri, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2.