Rás2 stjórin: Kappingaravlagin frá Kringvarpinum heldur fram

- Hasin public service sáttmálin, sum Mentamálaráðið hevur lagt fram, er als eingin bati fyri privatu miðlarnar.

Tað sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2. Hann vísir á, at Rás2 als ikki hevur verið við í tilgongdini til hendan sáttmálan, hóast hann hevur sera stóran týdning fyri framtíðina hjá Rás2 og øðrum privatum miðlum.

- Vit eru als ikki spurd um nakað sum helst, sigur Jonhard Hammer.

Stjórin á Rás2 óttast ikki sørt ætlanirnar um, at Kringvarpið sleppur at halda fram við kunngerðum í útvarpinum ? meðan handilslýsingar einans vera í sjónvarpinum.

- Hatta fer bara at føra til, at Kringvarpið fer at selja pakkar, har handilslýsingarnar verða til kunngerðir í útvarpi og lýsingar í sjónvarpi. Handilslýsingarnar eru jú eisini í stórari minking í hesum krepputíðum ? og um meginparturin verður til kunngerðir, so verður als einki til privatu miðlarnar, meðan alment fíggjaða Kringvarpið ? við somu kappingaravlaging ? kann halda fram.

Stjórin á Rás2 fer so langt, sum at kalla tað eina skandalu.

- Vit hava júst sæð vakstrarpakkan hjá Vinnumálaráðnum, hvussu virksemi kann fáast í privatu vinnuna. Vit á Rás2 er væl før fyri at loysa fleiri av uppgávunum hjá Kringvarpinum bæði betri og bíligari enn Kringvarpi, eitt nú ítróttarsendingar, undirhaldssendingar o. a., sigur Jonhard Hammer, sum vísir á, at nú fær Kringvarpið bara fleiri pengar til at halda fram við órættvísu kappingini.