- Vit hava gjørt tað ómøguliga aftur í ár, sigur Jonhard Hammer, sum er stjóri á Rás2. Hann fegnast um, at 2009 var eitt gott og hendingarríkt ár hjá rásini. Stjórin á Rás2 er sera fegin um árið, ið nú er við at fara aftur um bak. Privata útvarpsstøðin Rás2 hevur í 2009 verið ein týðandi partur av føroyska miðlaheiminum, og stjórin heldur, at í grundini hevur rásin gjørt nakað ógjørligt.
- Sum treytirnar hjá okkum eru, skuldi tað næstan ikki borið til at rikið eina útvarpsstøð á hendan hátt, sum vit gera, men vit hava gjørt tað ómøguliga aftur í ár. Tað er fyrst og fremst takka verið fantastiskum starvsfólkum, sum leggja nógv meira í arbeiðið, enn vit í grundini kunnu krevja, sigur Jonhard Hammer, stjóri.
- Vit hava eisini havt góðar samstarvspartnarar og ídnar lýsarar, og tí bar tað aftur í 2009 til at reka Rás2, sigur hann.
Rás2 hevur aftur í 2009 spílað seg út í ymsum samanhangum, og stjórin er serstakliga fegin um nógvar av teimum stóru ætlanunum hjá rásini.
- Oyggjaleikirnir í summar vóru eitt avrik av teimum óvanligu hjá okkara fólki, og tað hava vit eisini hoyrt nógv gott fyri, men vit hava nógvar aðrar stórar løtur. Vit savnaðu aftur í ár 15000 fólk í Vágsbotni á ólavsøku, okkara summarradio og jólaradio hevur verið sera góð og livandi, fótbóltssendingin 3. Hálvleikur er víðagitin, og so eru afturvendandi Hvonn Live sendinginar nakað av tí besta og mest eksklusiva, sum finst í føroyskum útvarpi, sigur Jonhard Hammer.