Rás2: Størst spenningur er um Kyndil-VB

(Rás2) Hoyr Hall Danielsen frá HSF meta um umfarið í hvonndeildini og FTZ-deildini hetta vikuskiftið

Seinastu umførini í hvonn- og FTZ-deildini í hondbólti eru hetta vikuskiftið.

 

Spælt verður soleiðis:



Klokkan 14.30 StÍF-Neistin (hvonn)

Klokkan 14.30 Kyndil-VB (hvonn - Rás2 sigur frá dystinum)

Klokkan 16.30 H71-VÍF (hvonn)

Klokkan 16.00 StÍF-Neistin (FTZ)

Klokkan 16.00 Kyndil-Team Klaksvík (FTZ)

Klokkan 18.00 H71-VÍF (FTZ)

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Hall Danielsen frá HSF meta um umfarið í hvonndeildini og FTZ-deildini hetta vikuskiftið. Tann mest opni dysturin, sum størst spenningur er um er dysturin millum kvinnuliðini hjá Kyndli og VB, sum bæði hava 20 stig. VÍF er oddalið við 21 stigum.

 

Prátið snúði seg eisini um nýggju heimasíðuna hjá HSF.