TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum, sum komu í seinnu hálvfinaluni millum HB og B36, sum B36 vann 3-2, og samanlagt 4-3. Í endanum av ljóðfíluni hoyra vit eisini hvussu tað ljóðaði, tá dysturin var bríkslaður av.
Tað, sum ger sigurin undrunarverdan er, at B36 spældi níggju ímóti ellivu monnum størra partin av teimum 120 minuttinum, sum seinna hálvfinalan vardi.
Erlendur Magnusson legði B36 á odda, síðani fekk Bartal Wardum HB á sigurskós við tveimum málum. Men so hevði Róaldur Jakobsen sína mest minniligu løtu í einum einstøkum dysti fyri B36, og skoraði hann tvey minnilig mál fyri B36, sum gav B36 ein 3-2 sigur, og harvið eina finalu ímóti NSÍ á Tórsvølli.
Talan er um fyrstu ferð nakrantíð, at NSÍ og B36 møtast í steypafinaluni.