Sendingin "Spurin", sum verður send beinleiðis á Rás2 hvønn hósdag seinnapart millum klokkan 14 og 15 var nakað øðrvísi ígjár.
Reportarin, Petur Zachariassen vitjaði Ragnu Niclassen, sum býr á Heygnum Mikla í Vesturbýnum í Havn.
Ragna Niclassen hevur tey mest jólapyntaðu húsini í Havn, og Petur fór á gátt hjá Ragnu har Jens Marni Hansen, trubadurur eisini var staddur, og hann sang ein sang fyri lurtarunum hjá Rás2.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina her.
Sendingin "Spurin" hoyrist á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7 hvønn hósdag seinnapart klokkan 14 til 15