Rás2: Sportboxin í dag

HM-radio og Fótbóltspanelið, har Jákup Ósá og Leivur Frederiksen eru gestir

Sportboxin, sum vanliga er á Rás2 fríggjadagar millum klokkan 15 og 17, verður hesa vikuna framskundað til í dag, hósdagin millum klokkan 15 og 17. Orsøkin, at fýra dystir í 15. umfari í Betri deildini hjá monnum verður í morgin.

 

Í fyrra tímanum verður HM-radio, har Oddbjørn Joensen og Tróndur Arge eru gestir. Teir fara at meta um HM higartil. Teir fara eitt nú at hyggja nærri at bólkunum, VAR og svara spurningum hjá lurtarum á 559999.

 

Í seinna tímanum verður Betri deildin hjá monnu umrødd. Her verða tað Leivur Frederiksen, ítóttarredaktørur í Kringvarpinum, og ítróttarskrivarin á Norðlýsinum og bolt.fo, Jákup Ósá, sum verða gestir.

 

Millum annað fara vit at endurhoyra eitt, sum Jákup Ósá segði undan landskappingini, har hann hevði so púra rætt. Hoyr hvat tað er í tímanum millum klokkan 16 og 17.

 

Teir fara at meta um gongdina hjá øllum liðunum í fyrru hálvu, umframt at tippa til 15. umfar, sum verður fríggjadagin og leygardagin. Hevur tú hug at luttaka, so kunnu spurningar til Fótbóltspanelið sendast á 559999.

 

15. umfar:

Fríggjadagin 21. juni:

AB – B36 (18.00) Beinleiðis á Rás2

Skála – NSÍ (18.00)

07 Vestur – Víkingur (18.00)

EB/Streymur – KÍ (19.00) Beinleiðis á Rás2

 

Leygardagin 22. juni:

Suðringar – HB (18.30) Beinleiðis á Rás2