Kendir gestir úr útlandinum, undirhald, kjak og annað verður á skránni, tá ið Rás2 um í morgin fer undir nýggja sendirøð, sum verður send beinleiðis av Hvonn í Havn Í morgin fer Rás2 undir nýggja og stórsligna sendirøð, ið verður send beinleiðis av Hvonn í Havn.
Sendingin, sum hevur fingið navnið Hvonn Live, bjóðar ein litríka bukett av undirhaldi, práti, skemti, livandi tónleiki, kjaki og hugleiðingum. Ætlanin er at senda nakrar sendingar av Hvonn næstu mánaðirnar.
Í fyrstu sendingini verður ein av gestunum Peter Aalbæk Jensen, sum er filmsframleiðari, men helst er líka kendur sum tann avgjørdi dómarin í sjónvarpskappingini Talent.
Onnur, sum verða við í sendingini næsta fríggjadag, eru Hans Fróði Hansen, Durita Christophersen og Ragnar Finnsson, sum fer at spæla live á Hvonn.
Lagt verður eisini upp til, at lurtararnir kunnu verða við í sendingini á Hvonn ? bæði við at møta upp og spyrja spurningar, og við at senda sms og teldubrøv til sendingina.
Redaktørur fyri Hvonn Live er Eyðun Klakstein, og hann vónar, at Rás2 kann bjóða føroyingum eitt øðrvísi og serstakt útvarpsupplivilsi við nýggju sendirøðini.
- Rás2 leggur seg eftir at gera livandi og friskt útvarp, og tað mesta verður gjørt her og nú. Við nýggju sendirøðini ætla vit at bjóða lurtarunum eitt sindur eyka og gera enn meira burturúr, men vit sleppa ikki tí fríska og livandi, sigur Eyðun Klakstein.
- Sendingin skal vera fjølbroytt og undirhaldandi, og fólk skulu hava høvi til bæði at smílast, flenna, grunda og kjakast, sigur hann.
Hvonn Live verður send á Rás2 fríggjadagin frá kl. 15.00 til 18.00.