Rás2 fer at senda millum klokkan 7 á morgni og midnátt. Fyrstu tveir tímarnar av degnum verður blandaður tónleikur spældur.
Fyrsti verturin verður í studio kl. 9.00, og fram til middag verður góður tónleikur at hoyra, onkur innsløg verða eisini, og so verða øll lurtaraynskini flutt frá seinnapartinum til fyrrapartin millum kl. 10 og 12.
Rás2 fær eisini nýggja seinnapartsflatu, har sent verður hvønn gerandisdag millum kl. 13.00 og 17.00. Dagarnir bjóða ymiskar vertir og innihald, men hvønn dag í vikuni ber til at hoyra aktuell innsløg, kjak, samrøður og luttaka í spennandi kappingum.
Vertir í seinnapartssendingunum verða Rannvá Gaard Fossaberg, Mirjam Pætursdóttir, Eyðun Klakstein, Evi Tausen, Heri Simonsen, Ragnhild Ellingsgaard, Tróndur Arge, Jens Tummas Næss og fleiri.