H71 er FM-vinnari í FTZ-deildini. Tað gjørdist veruleiki tá hoyvíkingar á heimavølli vunnu 21-19 á Neistanum. Í steðginum var Neistin á odda 11-10.
Toppskjúttar hjá H71 vóru Bogi Davidsen, Rúni Vest Joensen og Peter Krogh við fýra málum hvør. Toppskjútti hjá Neistanum var Rasmus Søby við fimm málum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr ein samandrátt av seinnu FM-finaluni millum H71 og Neistan. Tróndur Arge segði frá á Rás2 og Teitur Joensen var viðmerkjari.
2) Hoyr Teit Joensen taka samanum seinnu FM-finaluna.
Teitur Joensen staðfestir, at tann mest avgerandi faktorurin í dystinum millum tvey sera jøvn lið var Ári Dam í málinum hjá H71. Ári Dam traðkaði í karakter seinasta partin av dystinum tá tað veruliga var brúk fyri honum.
HER hoyrast sjey samrøður Tróndur Arge gjørdi við umboð fyri H71 umframt steypahandanin.