TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Hilmar Jan Hansen segði frá teimum trimum málunum, sum góvu føroyska U21 landsliðnum ein 3-1 sigur á Georgia í EM-undankappingarbólki 3. Meinhard E. Olsen, Jákup Thomsen og Teit Jacobsen skoraðu føroysku málini.
2) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá sigurin var veruleiki, og hoyr tað, sum viðmerkjarin hjá Rás2, Jógvan Martin Olsen tók stutt samanum frálíka 3-1 sigurin, sum merkir, at Føroyar nú hava fýra stig fyri fýra dystir.
Komandi dystur verður á Tórsvølli, fríggjakvøldið 10. november ímóti Pólandi, sum er nummar tvey í bólkinum við sjey stigum.