Rás2: Soleiðis ljóðaði tað tá Mjølnir vann á Fleyr

(Rás2) Fleyr a-Mjølnir 1-3: Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum

Fyrr í dag vann Mjølnir 3-1 á Fleyr a í Gundadalshøllini í Havn í bólki 1 í steypakappingini hjá monnum.

 

Settmunurin var 25-20, 14-25, 15-25 og 23-25.

 

Í sama bólki vann SÍb ígjár ein góðan 3-1 sigur á TB suðuri í Trongisvági. Settmunurin var 25-19, 12-25, 23-25 og 18-25.

 

Komandi hóskvøld klokkan 21 spælir SÍb ímóti Fleyr a í Havn. Sunnudagin 10. desember tekur TB ímóti Fleyr a í Trongisvági.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í dystinum millum Fleyr a og Mjølnir. 

 

Í bólki 2 vann ÍF ígjár 3-0 á SÍa vesturi í Sørvági. Settmunurin var 21-25, 16-25, 16-25. 

 

Magnus Tausen, formaður í flogbóltssambandinum var viðmerkjari, og hann tók samanum gongdina í dystinum.