Rás2: Skipsmanningar kappast 28. desember

(Rás2) Hoyr Jón Jacobsen, fyriskipara greiða frá innandura kappingini fyri sjómenn, sum verður í Klaksvík 28. desember

Sum siður hevur verið farnu árini verður skipað fyri einari innandura kapping í fótbólti í fiskivinnuhøvuðsstaðnum, Klaksvík.

 

Kappingin verður hósdagin 28. desember í KÍ-høllini.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Jón Jacobsen, fyrireikara greiða frá kappingini, og hvussu meldað verður til. Talan verður um nakrar stórfingnar vinningar til vinnandi liðini.

 

Í prátinum við Jón Jacobsen kundi ikki undgangast, at nakrir stuttligir vinklar vóru uppá fiskivinnunýskipanina.