Í kvøld klokkan 19 skal Víkingur royna at fáa eitt gott útgangsstøðið í tí fyrra dystinum ímóti kosovanska meistaraliðnum, Trapca89 í tí fyrsta undanumfarinum í Champions League kappingini.
Árni Gregersen fer at siga beinleiðis frá dystinum. Frásøgnin kann hoyrast á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Myndir, samanumtøkur og samrøður koma út á in.fo aftaná dystin. In.fo fer eisini at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.