Seinnapartin í dag fer fótbólturin aftur á rull á Rás2.
Tróndur Arge fer at siga frá tveimum dystum í effodeildini í dag. Klokkan 15 sigur Tróndur Arge frá dystinum millum B36 og TB á ovara vølli í Gundadali í Havn. Klokkan 17.15 sigur Tróndur Arge frá dystinum úti í Vika á Argjum millum AB og Víking.
Klokkan 15 byrja eisini dystirnir ÍF-KÍ í Fuglafirði, og B68-NSÍ á Toftum. Í sendingini frætta vit eisini um gongdina í teimum báðum dystunum.
Til ber at lurta á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9, og á FM 98,7.