Rás2 sigur frá trimum effodeildardystum hetta vikuskiftið

Í dag verður sagt frá NSÍ-ÍF, og sunnudagin verður sagt frá KÍ-HB og Víkingur-TB/FCS/Royn

Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen fara siga frá trimum dystum á Rás2 hetta vikuskiftið.

 

Leygardagin klokkan 15 verður sagt frá NSÍ-ÍF í Runavík, og sunnudagin klokkan 15 verður sagt frá dystunum Víkingur-TB/FSC/Royn í Norðragøtu og KÍ-HB norðuri í Klaksvík.

 

Sunnudagin verður SportBoxin endursend millum klokkan 13 og 14.50. Frá klokkan 15 verður eisini fylgt við í gongdini í dystunum B36-07 Vestur og Skála-EB/Streymur. Aftaná klokkan 17 verður sendingin "Triði Hálvleikur" á Rás2. 

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9, og á FM 98,7.

 

In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum í effodeildini, og myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður koma eisini út á in.fo