Aftur hetta vikuskiftið spennir Rás2 seg út við effodeildarfótbóltinum.
Hetta vikuskiftið sigur Rás2 frá trimum effodeilardystum, sum øll kunnu hoyra á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Í kvøld klokkan 18 sigur Tróndur Arge frá oddadystinum í Klaksvík millum KÍ og Víking. Upptaktin til dystin byrjar klokkan 17.40 á Rás2.
Leygardagin sigur Rás2 frá tveimum dystum, sum báðir byrja klokkan 17. Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge siga frá dystunum, HB-NSÍ í Gundadali í Havn, og 07 Vestur-EB/Streymur, sum verður spældur á Dungasandi í Sørvági. Aftaná dystarlok verður sendingin "Triði Hálvleikur" á Rás2.
In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum:
Fríggjadagin klokkan 18: KÍ-Víkingur (Rás2 sigur frá dystinum)
Leygardagin klokkan 15: ÍF-Skála
Leygardagin klokkan 15: TB/FCS/Royn-B36
Leygardagin klokkan 17: HB-NSÍ (Rás2 sigur frá dystinum)
Leygardagin klokkan 17: 07 Vestur-EB/Streymur (Rás2 sigur frá dystinum)









