Sameksistensurin millum høvuðsstaðarfeløgini hevur lagað tað soleiðis, at Rás2 kann siga frá trimum dystum í dag. AB og B36 hava heimadyst í dag, men hava lagað tað soleiðis, at fólk hava møguleikan at fylgja báðum dystunum.
Klokkan 15 fer Hilmar Jan Hansen at siga frá dystinum millum KÍ og HB norðuri í Klaksvík, og samstundis fer Tróndur Arge at siga frá dystinum millum AB og TB úti á Argjum. Klokkan 17.15 fer Tróndur Arge at siga frá dystinum millum B36 og B68, sum verður spældur í Gundadali í Havn. Fylgt verður við gongdini í dystunum Víkingur-ÌF og NSÍ-Skála, sum báðir byrja klokkan 15.
Tað ber eisini til at fylgja dystunum á in.fo, og myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í dag, umframt kykmyndahæddarpunkt.
Til ber hjá øllum at lurta á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.