Rás2 sigur frá Trepca 89-Víkingur

Dysturin byrjar klokkan 17. Árni Gregersen fer at siga frá dystinum

Stórur spenningur er áðrenn seinna Champions League undankappingardystin millum Trepca 89 og Víking niðri í Kosovo.

 

Víkingur hevur eina tepra 2-1 leiðslu frá fyrra dystinum. Við sigri, javnleiki ella einum 2-3 ella 3-4 tapi vinnur Víkingur seg víðari til annað undanumfarið í Champions League undankappingini, har FH og Gunnar Nielsen bíða.

 

Árni Gregersen fer at siga frá dystinum millum Trepca 89 og Víking. Dysturin byrjar klokkan 17, og sendingin byrjar klokkan 16.50.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

In.fo fer eisini at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Samanumtøka og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystin.

 

Og so krossa allar fótbólts-Føroyar fingrar og tær fyri, at eydnan er Víkingi blíð.