Hondbóltsfepurin er stórur norðuri í Klaksvík í hesum døgum.
Team Klaksvík kann við sigri ella javnleiki á heimavølli ímóti Kyndli í badmintonhøllini í Klaksvík í kvøld klokkan 18 vinna seg í hálvfinaluna í Faxe Kondi kappingini, sum hevði verið eitt stórt fet hjá unga hondbóltsfelagnum.
Leikandi venjarin hjá Team Klaksvík, Finnur Hansson hevur dempaðar vónir, og hann undirstrikar, at hann og spælararnir hjá Team Klaksvík hava ikki gjørt nakað eyka burturúr hesa vikuna, men hava vant og fyrireikað seg júst sum teir plaga til vanligar dystir.
Finnur Hansson torir ikki at spáa um úrslitið í annaðkvøld, men hann væntar ein javnan og spennandi dyst. Hetta segði hann í samrøðu við Rás2 ígjár.
Tróndur Arge sigur frá avgerandi dystinum millum Team Klaksvík og Kyndil. Sendingin byrjar klokkan 17.55. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður við umboð fyri Team Klaksvík og Kyndil koma út á in.fo í kvøld.
Samrøðan við venjaran hjá Team Klaksvík, Finnur Hansson hoyrist HER
Bólkur 1 – menn
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Neistin | 2 | 51 | 39 | 12 | 4 |
2 | Team Klaksvík | 2 | 59 | 47 | 12 | 2 |
3 | Kyndil | 2 | 44 | 36 | 8 | 2 |
4 | H71 2 | 2 | 32 | 64 | -32 | 0 |
Leygardagin 20.01.18 kl. 18.00 Neistin – Team Klaksvík 30-22
Sunnudagin 21.01.18 kl. 16.00 Kyndil – H71 2 27-15
Leygardagin 27.01.18 kl. 18.00 Team Klaksvík – H71 2 37-17
Sunnudagin 28.01.18 kl 16.00 Neistin – Kyndil 21-17
Leygardagin 03.02.18 kl. 18.00 Team Klaksvík – Kyndil
Sunnudagin 04.02.18 kl. 17.30 H71 2 – Neistin