Rás2 sigur frá steypafinalunum í hondbólti

VÍF-Kyndil (kvinnur) byrjar klokkan 13.30, og Kyndil-H71 (menn) byrjar klokkan 16. Sendingin byrjar klokkan 13

Rás2 sigur frá steypafinalunum hjá bæði kvinnum og monnum, sum verða leiktar í høllini á Hálsi í Havn.

 

Hilmar Jan Hansen sigur frá kvinnufinaluni millum millum VÍF og Neistan, sum byrjar klokkan 13.30. Claus Rasmussen verður viðmerkjari.

 

Tróndur Arge sigur frá mansfinaluni millum Kyndil og H71, sum byrjar klokkan 16. Teitur Joensen verður viðmerkjari.

 

Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 13. 

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Hæddarpunkt, ljóðsamrøður og myndir koma út á in.fo aftaná dystirnir eru spældir.