Rás2 sigur frá Neistin-VÍF í kvøld

Sagt verður frá kvinnudystinum sum byrjar klokkan 18.30 og mansdystinum, ið byrjar klokkan 20

Í kvøld vitjar oddaliðið í hvonndeildini, VÍF Neistan í stórhøllini á Hálsi í Havn.

 

Seinni í kvøld tekur oddaliðið í FTZ-deildini, Neistin ímóti VÍF í stórhøllini á Hálsi.

 

Dysturin í hvonndeildini byrjar klokkan 18.30, og dysturin í FTZ-deildini byrjar klokkan 20. Tróndur Arge sigur frá báðum dystunum í Rás2.

 

Øll kunnu hoyra Rás2 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á STAÐIÐ FM 101.

 

Ljóðsamrøður við umboð fyri Neistan og VÍF, kvinnur og menn koma út á in.fo seinni í kvøld.