Seinnapartin klokkan 16 verður grannauppgerð í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.
Neistin tekur ímóti Kyndli. Bæði liðini vunnu sínar fyrstu dystir í bólkaspælinum, og tað liðið sum vinnur í dag liggur væl fyri at vinna seg víðari til hálvfinalurnar.
Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum millum Neistan og Kyndil á Rás2. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Á vanligu frekvensunum ber til at hoyra Rás2 á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Aftaná dystin verða ljóðsamrøður við umboð fyri Neistan og Kyndil lagdar út á in.fo.
Bólkur 1 – menn
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Team Klaksvík | 2 | 59 | 47 | 12 | 2 |
2 | Kyndil | 1 | 27 | 15 | 12 | 2 |
3 | Neistin | 1 | 30 | 22 | 8 | 2 |
4 | H71 2 | 2 | 32 | 64 | -32 | 0 |
Leygardagin 20.01.18 kl. 18.00 Neistin – Team Klaksvík 30-22
Sunnudagin 21.01.18 kl. 16.00 Kyndil – H71 2 27-15
Leygardagin 27.01.18 kl. 18.00 Team Klaksvík – H71 2 37-17
Sunnudagin 28.01.18 kl 16.00 Neistin – Kyndil
Leygardagin 03.02.18 kl. 18.00 Team Klaksvík – Kyndil
Sunnudagin 04.02.18 kl. 17.30 H71 2 – Neistin