Rás2 sigur frá Neistin-H71 klokkan 20

Hilmar Jan Hansen verður frásøgumaður, og Claus Rasmussen verður viðmerkjari

Í kvøld klokkan 20 spæla Neistin og H71 kvinnur í høllini á Hálsi í Havn.

 

Talan er um dyst í øðrum umfari í bólkaspælinum í Faxe Kondi kappingini. VÍF hevur fýra stig, Neistin hevur tvey stig, H71 hevur einki stig, og aftast er VÍF 2 við ongum stigi.

 

Vinnur Neistin dystin í kvøld hava tær tryggjað sær víðari luttøku. Vinnur H71 er alt opið undan seinasta leikumfarinum.

 

Hilmar Jan Hansen sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2. Claus Rasmussen verður viðmerkjari.

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður við umboð fyri Neistan og H71 koma út á in.fo seinni í kvøld.

 

Bólkur 1 – kvinnur

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF27431434
2Neistin1449352
3H7111827-90
4VÍF 222291-690

Mikudagin 17.01.18 kl. 18.30 Neistin – VÍF 2 44-9
Sunnudagin 21.01.18 kl. 14.30 VÍF – H71 27-18

Sunnudagin 28.01.18 kl 14.30 VÍF 2 – VÍF 13-47
Mánadagin 29.01.18 kl. 20.00 Neistin – H71

Leygardagin 03.02.18 kl. 19.00 VÍF – Neistin
Sunnudagin 04.02.18 kl. 14.30 H71 – VÍF2