Óli G. Samuelsen og Hilmar Jan Hansen hava sagt frá flogbólti í allan vetur og alt vár á Rás2, og Rás2 fylgir sjálvandi flogbóltinum heilt til dyrnar.
Í kvøld klokkan 18 verður fyrra FM-finalan hjá kvinnum millum Fleyr og KÍF leikt, og klokkan 20 verður fyrra FM-finalan hjá monnum millum ÍF og Mjølnir leikt. Báðir dystirnir verða spældir í høllini á Hálsi í Havn.
Hilmar Jan Hansen sigur beinleiðis frá FM-finalunum á Rás2, og hann sigur eisini frá seinnu FM-finalunum, ið verða leygardagin klokkan 13.30 (kvinnur) og klokkan 16 (menn).
Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensarnir hjá Ràs2 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og FM 98,7.
Myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.