Rás2 verður á blettinum, tá Liktinstein og Føroyar spæla venjingardyst í Marbella í Spania í kvøld klokkan 18.
Tróndur Arge fer at siga beinleiðis frá dystinum. Upptaktssendingin við landsliðsprátum, landsliðstónleiki, og eisini kunnandi prátum um Liktinstein byrjar klokkan 16.30.
Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
In.fo fer eisini at siga frá dystinum, og samrøður, sum verða gjørdar við venjarar og spælarar aftaná dystin verða at hoyra á in.fo seinni í kvøld.