Ítróttartoymið hjá Rás2 er fullmannað heima í Føroyum aftur aftaná vónbrotið í Andorra, og nú fer at verða fokus á heimligu kappingarnar aftur.
Í kvøld klokkan 20 sigur Hilmar Jan Hansen frá einum oddadysti í FTZ-deildini, sum hevur stóran týdning fyri bæði liðini, sum eru partur av grannauppgerðini millum Kyndil og H71, sum byrjar klokkan 20 í høllini á Hálsi í Havn. H71 er oddalið við 29 stigum, og Kyndil er nummar fýra við 24 stigum. Kyndilsmenn mugu vinna, um teir skulu hava nakran sum helst møguleika at kappast við KÍF, sum hevur 25 stig og VÍF, sum hevur 27 stig.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður o.a. tilfar kemur út á in.fo seinni í kvøld.