Rás2 sigur frá KÍ-NSÍ í kvøld

Fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið byrjar klokkan 18, og sendingin byrjar klokkan 17.45

Tey, sum vilja lurta eftir beinleiðis dystarfrásøgn av dystinum KÍ-NSÍ, sum er fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið kunnu lurta á Rás2 á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Tróndur Arge sigur frá dystinum norðuri í Klaksvík, sum byrjar klokkan 18 í kvøld. Sendingin byrjar klokkan 17.45.

 

In.fo fer eisini at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum, og seinni í kvøld koma myndir og ljóðsamrøður út á in.fo.

 

Seinna hálvfinalan verður leikt við Løkin í Runavík, mikukvøldið 15. juni. Sunnudagin 5. juni møtast KÍ og NSÍ eisini í landskappingardysti á norðoyastevnu í Klaksvík.