Í kvøld verður alt avgerandi dysturin í bestu mansdeildini í hondbólti millum KÍF og VÍF í Kollafirði.
Áðrenn dystin í kvøld hevur Kyndil 29 stig fyri 24 dystir, VÍF hevur 28 stig fyri 22 dystir og KÍF hevur 26 stig fyri 22 dystir. Vinnur VÍF dystin í kvøld verður tað VÍF, sum møtir H71 í FM-finaluni. Vinnur KÍF er spenningurin longdur. Tó er VÍF 12 mál betur enn KÍF í innanhýsis roknskapinum, og tí má KÍF framum VÍF á stigatalvuni. Leygardagin spælir KÍF ímóti H71 í Hoyvík, og VÍF tekur ímóti Neistanum í Vestmanna.
Hilmar Jan Hansen fer at siga frá alt avgerandi dystinum í Kollafirði á Rás2 í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 20, og sendingin byrjar klokkan 19.55.
Øll kunnu hoyra lurta við á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á STAÐIÐ FM 101, sum samsendir við Rás2 í kvøld.
Ljóðsamrøður og myndir frá dystinum koma út á in.fo í kvøld.