Tað er hørð kapping í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti hvat lið skal møta Fleyr í FM-finalunum hálvan apríl.
Fleyr er greitt á odda við 30 stigum. KÍF er nummar tvey við 17 stigum. Dráttur er nummar trý við 15 stigum, og Mjølnir er nummar fýra við 14 stigum. TB er nummar fimm við 13 stigum, so spenningurin er sera stórur um annað FM-finaluplássið.
Klokkan 13 spæla KÍF og Mjølnir í høllini í Kollafirði. Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2.
Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Samrøður við umboð fyri KÍF og Mjølnir koma út á in.fo seinni í dag.