Rás2 sigur frá KÍ-AB í kvøld

Dysturin byrjar klokkan 19, og sendingin byrjar klokkan 18.30

 

Rás2 fer aftur at siga frá fótbólti í effodeildini í kvøld.

 

Í kvøld sigur Tróndur Arge frá dystinum millum KÍ og AB, sum verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík. Dysturin byrjar klokkan 19, og sendingin byrjar klokkan 18.30. Fylgt verður við gongdini í hinum trimum dystunum TB-Víkingur, Skála-ÍF og HB-B68.

 

Rás2 hoyrist á www.midlar.fo hjá øllum, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Í sendingini "Triði Hálvleikur" prátar Heri Simonsen við Jan Dam (HB), Páll Guðlaugsson (B68 - prátað verður eisini um EM dystin Ísland-Ongland, sum verður mánakvøldið), Jákup Mikkelsen (ÍF), Andras Gango (Skála - prátað verður eisini um EM dystin Ungarn-Belgia, sum verður sunnudagin), Sigfríður Skaale Clementsen (TB), og Sámal Erik Hentze (Víkingur), har Rás2 saman við hesum spælarum og venjarum eisini tekur samanum kappingina higartil, nú effodeildin fer í summarfrí aftaná umfarið í kvøld. 

 

Til ber eisini at fylgja øllum fýra dystunum á in.fo. Seinni í kvøld koma myndir og ljóðsamrøður út á in.fo.